IRF hjálpir Kommunalu Brennistøðini

Brennistøðirnar báðar samstarva. Nú óhapp var á Kommunalu Brennistøðini (KB) á Hjalla í Havn, er avtala gjørd millum IRF og KB um, at IRF brennir húsarhaldsburturkastið frá Kommunalu Brennistøðini.

Væntandi tekur tað tvær vikur, áðrenn Kommunala Brennistøðin fer at taka móti ruski aftur.

Í onkrum øðrum føri, tá ið IRF hevur verið fyri óhappi, so hevur KB hjálpt til og brent burturkast fyri IRF.