Brennistøðin tekur ikki ímóti burturkasti mikudagin, 16. okt

Brennistøðin tekur ikki ímóti burturkasti mikudagin 16. okt., og eingin tøming av brenniburturkasti verður gjørd heldur.

Flestu borgarar munnu hava møguleika fyri at hava burturkast standandi í nakrar dagar.

Hetta er sjálvsagt ein sera harmilig støða, men í verandi løtu eru umstøðurnar hjá starvsfólkinum á Brennistøðini ómøguligar, tí køsturin er kjokkfullur av sera vátum burturkasti, sum brennur illa.

Vit vóna, at tit bera yvir við støðuni og at tit sum frægast hjálpa okkum, meðan á stendur.