Brennistøðin tekur ikki ímóti burturkasti mikudagin 16. okt., og eingin tøming av brenniburturkasti verður gjørd heldur.
Flestu borgarar munnu hava møguleika fyri at hava burturkast standandi í nakrar dagar.
Hetta er sjálvsagt ein sera harmilig støða, men í verandi løtu eru umstøðurnar hjá starvsfólkinum á Brennistøðini ómøguligar, tí køsturin er kjokkfullur av sera vátum burturkasti, sum brennur illa.
Vit vóna, at tit bera yvir við støðuni og at tit sum frægast hjálpa okkum, meðan á stendur.