Grái og hvíti posin

Broyting í innsavningini hesa vikuna

Innsavningin av húsarhaldsposum er forskotin ein dag í nøkrum bygdum hesa vikuna.

Húsarhaldsposarnir í Sandavági og Miðvági, sum vanliga verða heintaðir í dag, verða heintaðir í morgin, týsdag, ístaðin.

Á Toftum, Nesi og í Saltnesi verða húsarhaldsposarnir heintaðir mikudag hesa vikuna.

Á Skála og Innan Glyvur verða húsarhaldsposarnir vanliga heintaðir mikudag, men hesa vikuna verða teir heintaðir hósdag ístaðin.