Grái og hvíti posin

Broyting í innsavningini hesa vikuna

Innsavningin av húsarhaldsposum er forskotin ein dag í nøkrum bygdum hesa vikuna.

Húsarhaldsposarnir í Vestmanna, Kvívík, á Válinum og Stykkinum, sum vanliga verða heintaðir í dag, verða heintaðir í morgin, týsdag, ístaðin.

Í Fuglafirði og á Kambsdali verða húsarhaldsposarnir heintaðir mikudag hesa vikuna.

Í Runavík, Saltangará og á Glyvrum verða húsarhaldsposarnir vanliga heintaðir mikudag, men hesa vikuna verða teir heintaðir hósdag ístaðin.