Grái og hvíti posin

Broytingar í innsavningini undan páskum

Broytingar í meginøkinum

Húsarhaldsposarnir á Eiði, í Ljósá, Svínáum, við Norðskála, á Oyrarbakka, Oyri, Hellunum og í Oyndarfirði, ið vanliga verða heintaðir týsdag, verða hesa vikuna heintaðir mánadagin 25. mars ístaðin.

Húsarhaldsposarnir í Syðrugøtu, Norðragøtu, við Gøtugjógv, á Skála, Strondum, Innan Glyvur, í Runavík, Saltangará og á Glyvrum verða heintaðir týsdagin 26. mars, og ikki mikudag, sum vanligt er.

Í Fuglafirði og á Kambsdali verða posarnir heintaðir týsdagin sum vanligt.

Á Toftum, Nesi, og í Saltnesi verða húsarhaldsposarnir heintaðir mikudagin 27. mars, og ikki týsdag, sum vanligt er.

Húsarhaldsposarnir í Klaksvík og á Norðoyri, sum vanliga verða heintaðir hósdag, verða hesa vikuna heintaðir mikudagin 27. mars ístaðin.

 

Broytingar á Sandoynni

Húsarhaldsposarnir á Sandi og Skarvanesi verða heintaðir mikudagin 27. mars.