Í samband við Ólavsøkuna, eru fylgjandi broytingar í innsavningini av húsarhaldsposum. Húsarhaldsposarnir verða heintaðir soleiðis:
Mánadagin 27/7:
Kolbeinagjógv, Morskranes, Selatrað, Undir Gøtueiði, Skipanes, Søldarfjørður, Lambi, Rituvík, Æðuvík, Kamsdalur, Fuglafjørður, Eiði, Ljósá, Svínáir, Norðskáli, Oyrarbakki og Oyri.
Suðuroy: Tvøroyri, Froðba, Øravík, Famjin, Hvalba, Sandvík, Hov og Porkeri.
Týsdagin 28 juli:
Skála, Innan Glyvur, Strendur, Syðrugøta, Haraldssund, Kunoy, Árnafjørður, Norðtoftir, Depil, Norðdepil, Hvannasund, Viðareiði, Lambareiði, Glyvrar, Saltangará, Runavík, Gøtugjógv, Norðragøta og Leirvík.
Suðuroy: Vágur, Lopra, Akrar og Sumba.
Hósdagin 30 juli:
Saltnes, Toftir & Nes
Á øllum øðrum plássum verður innsavningin sum vanligt.
KUNNING UM KOYRING OG SKRIVSTOVUNA:
Týsdagin 28/7 er ongin bingjukoyring. Bingjupláss, sum ynskja tøming mikudag, mugu bíleggja týsdag í seinasta lagi kl 11.
Mikudag 29/7 er skrivstovan stongd.