Grái og hvíti posin

Broytingar í innsavningini eftir hvítusunnu

Allir húsarhaldsposar, ið vanliga verða heintaðir mánadag, verða heintaðir týsdagin 30. mai.

Harumframt vera hesar broytingar í vikuni eftir hvítusunnu:

Húsarhaldsposarnir í Fuglafirði, á Kambsdali, Toftum, Nesi og Saltnesi, sum vanliga verða heintaðir týsdag, verða heintaðir hósdag ístaðin.

Húsarhaldsposarnir á hesum støðum, ið vanliga verða heintaðir týsdag, verða heintaðir mikudag: Selatrað, Morskranes, Kolbeinagjógv, Oyndarfjørður, Hellurnar, Søldarfjørður, Lambareiði, Lamba, Rituvík, Æðuvík, Eiði, Ljósá, Svínáir, Norðskáli, Oyrarbakki og Oyri.

Húsarhaldsposarnir á hesum støðum, ið vanliga verða heintaðir mikudag, verða heintaðir hósdag: Viðareiði, Depil, Hvannasund, Norðdepil, Norðtoftir, Árnafjørður og Leirvík.

Í Suðuroy er øll innsavningin av húsarhaldsposum forskotin ein dag, og hvíti posi verður heintaður fríggjadag ístaðin fyri hósdag.