Broytingar vegna veður!

Vegna veður eru fleiri broytingar í innsavningini av húsarhaldsposum hesa vikuna.

Húsarhaldsposarnir, sum áttu at verða heintaðir í gjár, mánadagin 19. desember, verða í staðin heintaðir í dag, týsdagin 20. desember.

Posarnir, sum eiga at verða heintaðir týsdag, verða eisini heintaðir í dag, undantikið:

  • Posarnir á Nesi, Toftum og Saltnesi, sum hesa vikuna verða heintaðir hósdagin, 22. desember.
  • Posarnir í Rituvík og Æðuvík, sum verða heintaðir mikudagin, 21. desember.

Aðrar broytingar kunnu eisini koma fyri hesa vikuna.