Grái og hvíti posin

Fleiri broytingar í innsavningini í dag

Innsavningin av húsarhaldsposum er flutt til í morgin á nøkrum støðum.

Talan er um hesi støð: Runavík, Saltangará, Glyvrar, Strendur, Syðrugøta, Viðareiði, Depil, Hvannasund, Norðdepil, Norðtoftir, Árnafjørður, Kunoy, Haraldssund, Ánirnar og Leirvík.

Húsarhaldsposarnir á hesum støðum verða vanliga heintaðir mikudag, men hesa vikuna vera teir heintaðir hósdag ístaðin.