IRF innsavning

Innsavningin forskotin ein dag á flestu støðum

Vikuna millum jól og nýggjár er innsavningin av húsarhaldsposum á flestu støðum forskotin ein dag. Tó verða teir posar, sum vanliga verða heintaðir hósdag, eisini heintaðir hósdag hesa vikuna.

Undantøk

Í hesum bygdum verða húsarhaldsposarnir heintaðir sum vanligt hesa vikuna:

  • Syðrugøta
  • Runavík, Glyvrar og Saltangará
  • Strendur, Innan Glyvur og Skála

Eitt annað undantak eru húsarhaldsposarnir á Toftum, Nesi, Saltnesi, Fuglafirði og á Kambsdali, sum hesa vikuna verða heintaðir hósdagin, 29. des.