Suðuroy: Broytingar í innsavningini

Orsakað av tekniskum trupulleikum við bilinum, eru broytingar í innsavningini hesa vikuna.

Rutan verður forskotin, soleiðis at húsarhaldsposarnir, sum vanliga verða heintaðir týsdag, verða hesa vikuna heintaðir ónsdagin, 14. august. Posarnir, ið vanliga verða heintaðir ónsdag, verða heintaðir tórsdagin, 15. august.