Suðuroy: Eingin innsavning restina av vikuni

Fyri veður verður eingin innsavning í Suðuroy restina av vikuni.

Onkrir húsarhaldsposar eru heintaðir hesa vikuna, men vegna sera vánalig koyrilíkindi eru nógvir posar, sum standa eftir.

Tað ber til hjá borgarum at fara á kommunala plássið við posanum hesa vikuna. Tað ber eisini til at hava tveir posar til IRF at heinta í komandi viku.

Vit vóna, at tolsemi verður víst arbeiðsfólki okkara hesa ársins tíð, tá ið arbeiðsumstøðurnar eru alt annað enn góðar.