Nýggjar tænastur hjá IRF

Nú er gjørligt hjá kommunum og vinnu at leiga sýrufastan kassa til serliga dálkandi burturkast. Tá ið kassin er fullur og virkið/kommunan fær IRF at heinta hann, verður ein nýggjur kassi latin. Umbýtingartænastan kostar 1000 kr. u/mvg og fevnir gjaldið um levering, umbýting og leigu av sýruføstum kassa/ílati í eitt ár. Gjaldið fevnir ikki um burturbeining av tí serliga dálkandi burturkastinum, ið verður latið IRF.