Minka um tilfeingisnýtsluna

Nú IRF hevur lagt á eina grønari kós, hava vit eisini hugt nærri at okkara egnu tilfeingisnýtslu. Og her eru eisini ting at endurnýta.

Tað er nevniliga eydnast IRF at fáa eina returskipan í lag, soleiðis at vit fáa endurnýtt sergjørdu og dýru tunnurnar, sum vit senda serliga dálkandi burturkast við til Danmarkar. Tunnurnar vera nú tømdar og sendar aftur til okkara til endurnýtslu.

Við hesum átaki hevur IRF minkað munandi um plastnýtslu okkara, umframt at vit spara pening við at endurnýta, heldur enn at keypa nýtt.

Í 2016 sendi IRF yvir hundrað tunnur við serliga dálkandi burturkasti til Danmarkar. Ein tunna kann endurnýtast í fimm ár.