Nýggj hagtøl á heimasíðuni

Ársfrásøgnin fyri 2021 eru nú almenn. Hon kann lesast her: Ársfrásøgn 2021.

Hagtølini fyri 2021 eru at finna í ársfrásøgnini, men kunnu eisini síggjast sum myndir her.

Árið 2021 vísti seg at vera eitt gott ár fyri endurvinningarøkið. Nøgdirnar av burturkasti, sum IRF sendi til endurvinning eru vaksandi, og í fjør fóru fyrstu sendingarnar av graslíki og glasi av landinum til endurvinning.

IRF hevur ment seg nógv á endurvinningarøkinum seinastu árini, og fleiri burturkastbólkar, ið fyrr vórðu brendir ella tyrvdir, eru fluttir uppeftir á burturkasttrappuni og verða nú sendir til endurvinning.

Sum dømi kann nevnast, at graslíkisvøllir, trol, net, nailonendar og nailontrossar, sum
áður vórðu tyrvd, nú fara til endurvinning. Eisini eru burturkastbólkarnir troldtekt, glastrevja og sandwichmodul fluttir frá tyrving upp til orkuútvinning (brenning).