IRF ber nýggjar posar út í viku 12 og 13.
Í viku 12 verða grá rull borin út, og í viku 13 verða tey hvítu rullini borin út. Tvær ferðir árliga verða 28 gráir posar bornir út. Hetta strekkir til, at IRF heintar ein posa um vikuna, umframt at hvørt húski hevur tveir eykaposar til hvørt hálvár.
Eyka gráir posar kunnu keypast í handlum kring landið
Yvirlit yvir handlar, ið selja gráar IRF-posar, sæst niðast á síðuni her. Rullini við gráum posum kosta uml. 150 kr. og 5 posar eru í hvørjum rulli. Orsøkin til, at keypsposarnir frá IRF kosta meira enn vanligir svartir posar, er, at hesin prísur er íroknaður tænastuna frá IRF, har burturkastið verður heintað og burturbeint á rættan hátt.
Innsavnararnir hjá IRF taka bert gráu, hvítu og reyðu posarnar frá IRF og ikki aðrar svartar ella gráar posar.
Hvítu posarnir hjá IRF skulu bert nýtast til reint papp og pappír. Er annað burturkast í, verða teir ikki tiknir. Hvat kann eg lata í hvíta posan?
Stórt húski?
Tá 6 fólk ella fleiri eru í húskinum, hevur tú rætt til fleiri posar, og fært tú teir við at boða kommununi frá. Síðani boðar kommunan IRF frá, sum skrásetir tykkum sum stórt húskið. Les meira her.
Góð ráð til tín, ið ikki fær posarnar at strekkja
- Nýt ikki posarnar til annað enn ruskstativið – annars fert tú at mangla
- Skil pappír og papp frá, t.d. allar smáeskjur frá húsarhaldinum – nýt hvíta IRF posan til hetta
- Skil konservesdósir og annað smátt jarn frá – lat hetta í jarnbingjuna á endurnýtsluplássinum
- Skil elektronikk og leidningar frá – lat hetta í reyða IRF posan ella á endurnýtsluplássið
- Skil serliga dálkandi burturkast frá – lat hetta í reyða IRF posan ella á endurnýtsluplássið. Hvat kann eg annars lata í reyða posan?