Skalt tú fletta? Minst so til hetta

Tað besta fyri umhvørvið er, at tú gagnnýtir sum mest av øllum tilfeinginum frá flettingini. Leivdirnar, sum eru eftir, skulu beinast burtur á rættan hátt. So hevur tú gjørt títt fyri at minka um dálkingina, sum stendst av fletting.

Her eru 4 burturbeiningarráð:

  • VÆTA: Lat sum mest av vætu renna frá, áðrenn leivdirnar verða burturbeindar.
  • SKINN: Lat seyðaskinn til góðkenda endurnýtslu.
  • LEIVDIR: Lat innvøl og leivdir í plastposar, og bint fyri, áðrenn tað verður latið í bingjuna.
  • VEMBUR: Tøm vemburnar, áðrenn tær verða beindar burtur.

 Finn títt kommunala endurvinningarpláss her.

Lat seyðaskinn til endurnýtslu

Vit heita á fólk um at lata seyðaskinn til endurnýtslu.

Í løtuni er tað bert Oikos, sum er góðkendur móttakari av seyðaskinnum í Føroyum. Um tit ætla at lata skinn til Oikos, er tað sera umráðandi, at tit fylgja krøvunum frá Heilsufrøðiligu starvsstovuni hesum viðvíkjandi. Les meira her.

Búnaðarstovan hevur skipanina viðvíkjandi stuðli til seyðaskinn um hendi. Tak niður reglugerð fyri veiting av stuðulsjáttan til føroysk seyðaskinn.

Fyri at Oikos kann gagnnýta skinnini, er tað sera týdningarmikið, er skinnini verða væl køld niður beint eftir flettingina, og at tit ansa eftir, at roðin ikki tornar. 

Gevið gætur: Neyðugt er at ringja á tlf. 260026 dagin fyri, tit ætla tykkum á fjall, so Oikos fær sent djóralæknan á rættina. Oikos hevur ikki møguleika at koma út á útoyggj og til Suðuroyar eftir skinnum. Harumframt skal tað nevnast, at Oikos ikki tekur ímóti hvítum seyðaskinnum.

Tøm vemburnar

IRF fær nógvar fullar vembur inn at brenna, og tað viðførir dálkandi útlát frá skorsteininum. Tí er sera týdningarmikið at tøma vemburnar, áðrenn tær verða koyrdar burtur.

Gagnnýt tilfeingið frá flettingini                

Seinastu árini hava fleiri smærri lokalar verkstovur verið kring landið, ið gagnnýta tálg til ymisk endamál, eitt nú til nýggjársblikk, ljós, sápur og fuglamat. Tað er sera gleðiligt, at vit í størri mun eru farin at gagnnýta hetta tilfeingið, sum annars fer burtur.

IRF hevur fyrr skipað fyri tálgaverkstovu fyri starvsfólk. Her er uppskriftin, sum vit nýttu á verkstovuni, um tú hevur hug at royna teg:

Uppskrift-úr-tálg-sápa-ljós-og-fuglamatur

Eisini hava vit havt starvsfólkatiltak við Matkovanum um gagnnýtslu av avroðum, har Sunniva Mortensen frá Matkovanum vísti á týdningin at økja virðingina fyri avroðunum og at læra fólk at gagnnýta tey. Dugnaligi kokkurin, Kári Kristiansen, stóð fyri matgerðini. Her eru uppskriftir frá tiltakinum:

Uppskriftir-gagnnýtsla av avroðum

Fleiri uppskriftir síggjast her: Matkovin

Hví dálkar tað at brenna leivdir frá flettingini?

Um heystið, tá ið nógvar vátar leivdir frá flettingini koma inn, kann tað verða trupult hjá IRF at halda ovnin nóg heitan, til tess at forða fyri dálkandi útláti. Vit heita tí á fólk, um at fylgja omanfyri nevndu vegleiðing, so vit í felag kunnu verja umhvørvið.