Ruskinnsavningarbilar í miðøkinum taka bæði hvíta og gráa posan

Innsavningarbilarnir í miðøkinum hjá IRF eru tvídeildir, og savna inn bæði pappír/papp til endurnýtslu, umframt vanligt húsarhaldsrusk. IRF vil tí heita á fólk um at vera røsk at skilja, og lata alt reint papp og pappír í hvíta posan til endurnýtslu.

Tað eru tvey kømur á innsavningarbilunum hjá IRF, sum koyra í miðøkinum. Innsavnararnir lata tann gráa posan við vanligum burturkasti í rúmið, ætlað til gráa posan, meðan hvíti posin við øllum reinum pappíri og pappi fer í rúmið, ætlað til endurnýtslu. Tað í gráa posanum fer til brenningar, meðan alt í hvíta posanum verður endurnýtt.

IRF ynskir at fáa nógv fleiri hvítar posar til endurnýtslu. IRF vil tí heita á fólk um at lata allar smáeskjur og pakkitilfar úr pappi, umframt alt reint pappír í hvíta posan til endurnýtslu. Pappír og papp kann nevnliga endurnýtast upp til tíggju ferðir.

Hjálpið okkum at verja umhvørvið – endurnýt meira!

Øll húski í økinum hjá IRF sleppa regluliga av við hvíta posan til endurnýtslu, eins og vinnan eisini lættliga sleppur av við papp og pappír til endurnýtslu hjá IRF, sum m.a. tekur ímóti makuleraðum pappíri til endurnýtslu.

Lær meira um hvat kann endurnýtast hjá IRF á www.irf.fo undir “Skiljing”.