– Okkara skip taka rusk, spillolju og kloakkspillivatn til lands og endurnýta tað, ið kann endurnýtast, sigur Óli Jákup Tvørfoss, innkeypsleiðari á uppisjóvarskipunum hjá Varðanum.
Fyrr ljóðaði, at skip blakaðu nógv burturkast í havið. Men tað er ikki loyvt. Krøvini til skip eru nógv herd seinnu árini, tá ið ræður um at sleppa av við burturkastið.
Gera eftir forskriftum
– Okkara skip skilja ruskið eftir teimum forskriftum, ið eru. Tað verður eisini førd gerðabók yvir alt ruskið, spilloljuna og annað, ið vit føra til lands, sigur Óli Jákup.
Uppisjóvarskipini hjá Varðanum eru Tróndur í Gøtu, Finnur Fríði, Jupiter, Tummas T og Høgiklettur. Óli Jákup sigur, at hann kann bara úttala seg um mannagongdir hjá nevndu skipum.
Greiðar mannagongdir
Umborð á skipunum hanga skriv uppi, hvussu ruskið skal skiljast, og hvat skal í hvønn kassa. Tá ið talan er um matleivdir, sum jú er lívrunnið burturkast, so er tó loyvt at blaka hetta á sjógv, um skipið er minst 12 fjórðingar úr landi.
Taka spillolju til lands
Tá ið talan er um spillolju, so verður tangin tømdur, tá ið skipini koma til lands, ella so ofta tørvur er á tí. Skipið setur seg í samband við havnaskrivstovuna ella IRF, og bilur frá IRF kemur og tømir tangan.
Spilloljan verður endurnýtt. Í fjør var 99% av allari spilloljuni, ið IRF tók ímóti, endurnýtt.
Havnarskrivstovan ella IRF kvittar fyri tað, ið teir móttaka av ruski og spillolju, tá ið skipini koma til lands.
Eftirlit
Bæði Heilsufrøðiliga Starvstovan og Norsk Veritas hava eftirlit og gera kanningar umborð á skipunum. Á tílíkum eftirlitsvitjanum hyggja tey millum annað eftir, at mannagongdir verða fylgdar, at gerðabókin samsvarar við veruleikan, at uppsløgini um rusk hanga uppi og eru týðilig. Um okkurt ikki er, sum tað eigur, so gera teir vart við tað, og skipini kunnu fáa bót.
– Samstarv hevur nógv at siga, og síðani vit eru byrjað hetta samskifti við myndugleikarnar og hava fingið fastar mannagongdir við burturbeining av ruski o.ø., hava vit ikki fingið viðmerkingar hesum viðvíkjandi, sigur Óli Jákup.
Veirar, nótir og annað verður endurnýtt
Uppisjóvarskipini hava stórar nótir, trol, veirar og trossar, og hetta má eisini skiftast av og á.
– Vit taka alt til lands, og so verður tað latið til IRF, sum so letur tað víðari til endurnýtslu. Tá ið talan er um gamlar trolveirar, so hava vit ofta selt teir til alivinnuna, ið brúkar teir til at strekkja botnin í nótunum, sigur Óli Jákup.
Innaneftirlit
Seinastu seks árini, hava skipini hjá Varðanum eisini havt innaneftirlit. Her verður serliga lagdur dentur á reinføri og á trygd umborð.
Mannagongdir eru, hvussu alt skal vera, og hvør maður umborð hevur sína ábyrgd. Ein annar av manningini kannar so, um hetta er gjørt, og alt verður undirskrivað og skjalfest. Á hendan hátt ber altíð til at finna út av, um alt er gjørt, sum tað skal.
– Vit ynskja at vera við til at verja havumhvørvið, og tí er tað týdningarmikið fyri okkum, at vit fylgja teimum lógum og reglugerðum, ið eru, sigur Óli Jákup Tvørfoss frá Varðanum.