Spilloljuverkið ISO 14001 góðkent

Vit hjá IRF eru glað fyri at kunna boða frá, at Spilloljuverkið og viðgerð okkara av Vandamiklum burturkasti nú hevur fingið altjóða ISO14001:2015 góðkenning. Hetta er ein góðkenning av umhvørvisstýrisskipan okkara.

Til tess at minka um oljudálkingina av havinum kring Føroyar og umhvørvi okkara sum heild, byrjaði IRF fyrst í nítiárunum, í samstarvi við Føroya Landsstýri, við skipaðari innsavnan og viðgerð av spillolju í Føroyum. Hetta fyri at tryggja, at spilloljan ikki bleiv burturbeind í náttúruni, sum var rættiliga vanligt tá.

Ein annar partur av hesum arbeiði hevur verið at gera tað frítt hjá skipum og virkjum okkara at sleppa av við spillolju, fyri á tann hátt at stimbra undir áhuga at koma til IRF við oljuni, heldur enn at burturbeina hana í náttúruni. Hetta var ein sera týðandi politisk avgerð við atliti til at betra um okkara havumhvørvi, sum hevur havt stóran týdning fyri vinnuna og okkara lívsgrundarlag.

Endamálið við hesum fíggjarleisti, har tað er frítt hjá vinnu okkara at sleppa av við olju til Spilloljuverkið, byggir á eitt umhvørvisgjald, sum verður sett á alla innflutta smyrjiolju, sum so fíggjar móttøku, viðgerð og sølu av spilloljuni.

Í altjóða høpi má sigast, at Spilloljuverkið møguliga er størsta og besta átak, sum Føroyar hava gjørt við atliti at betra um havumhvørvið við Arktis. Hesum skal tann politiska skipanin hava rós fyri.

Vit meta, at Spilloljuverkið eisini í framtíðini fer at spæla ein týðandi leiklut við atliti til at verja havumhvørvið við Arktis, tá altjóða skipaferðslan í Arktis væntandi fer at økjast í sambandi við at siglingarleiðin um Arktis gerst meira atkomulig. Her kann Spilloljuverki bjóða sínar tænastur fram. IRF tekur longu ímóti spillolju frá bæði ferðamannaskipum og russiskum fiskiførum.

Nú Spilloljuverkið hevur fingið altjóða viðurkennandi ISO 14001 góðkenning, er tað eitt gott høvi hjá IRF at bjóða sær fram fyri altjóða skipaferðsluni í Arktiska økinum.

Vit hjá IRF eru errin av at kunna framrokna, at í 2016 verða 86,5% av av móttiknu spilloljuni og oljudálkaða vatninum endurnýtt.

Av teim 86,5% sum verða endurnýtt, er 35,7% reinsað spillolja, sum verður seld til endurnýtslu, meðan 50,7% er reinsað vatn, sum verður latið útaftur á sjógv.

Tey 13,5% sum ikki beinleiðis kunnu endurnýtast, er evja sum verður brend, og har kann hitin endurnýtast til fjarhita.

Í 2015 tók IRF ímóti 4.343 m2 av spillolju og oljudálkaðum vatni. Gongdin higartil í ár vísir, at vit væntandi fáa nakað minni inn í ár í mun til í fjør.

Leiðslan.