Búmerkjakapping hjá IRF

IRF útskrivar við hesum kapping um nýtt búmerki.
Ynskiligt er, at fáa eitt búmerki, sum á ein einfaldan hátt lýsir høvuðsendamálið hjá IRF, ið er at fyribyrgja dálking av føroyska umhvørvinum.

Í staðin fyri at brenna virðismikið tilfeingi, sum møguliga kundi verið endurnýtt, fer IRF í framtíðini at spæla ein týðandi leiklut í arbeiðinum móti einum nýggjum og grønari búskapi, har minni verður brent og meiri verður endurnýtt, umhvørvinum at frama. IRF fer sostatt framyvir at hava ein grønari profil, og hetta skal síggjast aftur í búmerkinum.

Tað stendur frítt at velja litir og snið. Navnið IRF skal tó varðveitast, og skal kunna nýtast saman við ella í búmerkinum.

Búmerkið skal kunna nýtast á eitt nú brævpappíri, heimasíðuni, marknaðarføringstilfari, bygningum, bilum og bingjum v.m. Uppskotið skal verða í litum, men skal eisini kunna nýtast sum svart/hvítt.

Uppskot skulu vera í A4 stødd. Navnið á luttakaranum, bústaður, telefonnummar og teldupost bústaður skal ikki skrivast á uppskotið, men skal latast í einum afturlatnum brævbjálva saman við uppskotinum.

Send uppskotið til:

IRF
“Búmerkjakapping”
Víkarvegur 107
520 Leirvík

Uppskot skulu vera IRF í hendi í seinasta lagi 20. august 2016. Vinnarin fær boð 20. september 2016.

Vinnandi uppskotið fær eina virðisløn á kr. 20.000,-

Dómsnevndin tilskilar sær rætt til, frítt at velja ímillum innkomnu uppskotini, ella onki at velja.

Í dómsnevndini eru: Gunvá við Keldu, grafikari, Edward Fuglø, listamaður, Petra Iversen, nevndarlimur hjá IRF, Poul Andrias Joensen, stjóri hjá IRF og Aslaug Gisladóttir, umhvørvisleiðari hjá IRF.

IRF

Felagsins endamál er:
– at virka fyri at burturkast og annað órudd verður beint burtur, so dálking av umhvørvi heldur uppat
– at løgtingslóg nr. 48 frá 9. juli 1970 um náttúrufriðing og løgtingslóg nr. 134 frá 29. oktober 1988 um umhvørvisvernd verða hildnar, og um gjørligt, at fáa framleiðslu í lag í samband við frammanfyri nevnda endamál.