Føroyingar síggja menniskjað aftan fyri starvið

Eftir Pætur Hjalmar Evensson, grein úr Vikuskiftissosialinum

Føroyingar síggja menniskjað aftan fyri starvið

– Um vit skrellimenn eru vekk í eina viku, so finna øll útav tí, tí so flýtur skrellið allastaðni, sigur fuglfirðingurin, Jóhan Eliasen, sum í fleiri ár hevur arbeitt sum ruskinnsavnari hjá IRF. Hann fegnast um, at føroyingar hava so stóra virðing fyri ruskinnsavnarum

– Eg haldi, at hetta er eitt starv, sum eg altíð tími. Eg havi ongantíð havt nakað annað starv, har eg havi tímað so væl til arbeiðis hvønn dag.

Hetta sigur 32 ára gamli Jóhan Eliasen úr Fuglafirði, sum hevur arbeitt sum ruskinnsavnari hjá IRF síðan 2008. Fyrstu fimm árini arbeiddi hann fast, og síðan 2013 hevur hann verið avloysari. Hann lesur í dag námsfrøði á Fróðskaparsetrinum og arbeiðir sum ruskinnsavnari, tá tað liggur fyri hjá honum.

Orðið ruskinnsavnari er kynsnevtralt, og verður brúkt av bæði IRF og Tórshavnar kommunu, men um mann spyr Jóhan Eliasen, so er hann ikki innsavnari, men skrellimaður.

– Eg kalli meg bara skrellimann, tað havi eg altíð gjørt. Eg havi ikki tørv á at kalla meg fyri nakað fínari enn tað, sigur hann.

Eitt lokkandi starv

Ein full arbeiðsvika hjá føroyskum ruskinnsavnarum er mánadag til hósdag. Innsavnarar arbeiða upp á akkord og fáa 10 tímar fyri ein dag. Høvuðsorsøkin til stuttu arbeiðsvikuna er, at starvið sum innsavnari er eitt lutfalsliga tungt arbeiði. Hesar treytirnar vóru lokkandi fyri Jóhan Eliasen, og tí valdi hann av fyrstantíð at søkja starvið sum ruskinnsavnari hjá IRF.

– Tað er sjáldan, at dagarnir blíva so langir, at mann arbeiðir allar 10 tímarnar. Summir dagar kunnu koma heilt niður í 4 tímar, um mann er effektivur. Skjótari vit renna, skjótari fáa vit frí, tí mann ger bara tað, sum skal gerast. Tað er tiltrekkjandi við starvinum, at tess harðari mann arbeiðir, tess meira frítíð fær mann, sigur Jóhan Eliasen.

Fysiskt krevjandi

Tað taldi eisini upp hjá Jóhan Eliasen, at arbeiðið er fysiskt krevjandi, og at hann fekk høvið at arbeiða uttandura. Men tá hann søkti um starvið, hevði hann ikki væntað, at tað fór at blíva so fysiskt krevjandi. – Eg var í rættiliga ringum formi, tá eg byrjaði. Tær fyrstu tvær vikurnar vóru ekstremt strævnar. Eg næstan bara arbeiddi og svav, og eg haldi, eg tapti meg 10 kilo fyrsta mánaðin, fortelur hann. Men hann gav ikki upp, og aftan á nakrar vikur við treiskni og viljastyrka bleiv hann vanur við hetta.- Tá tvær vikur vóru farnar, umhugsaði eg at ringja til stjóran og siga, at eg ikki orkaði hetta meir. Eg var eymur allastaðni og fann útav, at eg hevði musklar, sum eg ikki ordiliga visti av, at eg hevði áðrenn. Men aftaná hesar tvær vikurnar kom eg í form og byrjaði at dáma arbeiðið. Eg kom inn í rutinuna og lærdi, hvat eg skuldi gera, og tí brúkti eg heldur ikki so nógva mentala orku uppá tað longur, fortelur Jóhan Eliasen, sum vísir á, at tað hóast starvið er sunt, kann tað vera slítandi fyri kroppin í longdini.

Sosialt og stuttligt í bilinum

Sum ruskinnsavnari hevur mann vanligvís tveir starvsfelagar, tí tríggir manns eru í hvørjum bili. Samstarvið teirra millum hevur nógv at siga fyri heildarupplivilsið av starvinum.

– Mann er øgiliga tengdur at hvørjum ørðum og hevur nógva ávirkan á hvønn annan. Tað er ein ávís nøgd av ruski, vit skulu taka hvønn dag. Um ein ikki ger sítt arbeiði, so mugu hinir gera tað eyka, vísir Jóhan Eliasen á.

Samstundis sum samstarvið skal vera gott, er ein av størstu motivatiónsfaktorunum hjá Jóhan Eliasen tað sosiala, sum kann tryggja trivnaðin í bilinum.

– Mann hevur jú bara tveir starvsfelagar, sum mann sær. Tí hevur tað eyka týdning, at mann finnur væl útav tí saman. Nú havi eg sum avloysari skift ímillum fleiri bilar, og eg haldi sum heild, at vit duga nokkso væl at hugna okkum.

Mann kann næstan róliga siga, at tað bara er hugflogið, sum setur mørk hjá innsavnarunum.

– Onkuntíð hava vit sett okkum at grilla ein góðan summardag. Tá tað var “International Suit Up Day” í fjør, fóru vit allir inn í Bláa Kross og keyptu okkum klædning og hvíta skjúrtu, og so fóru vit til arbeiðis í tí. Tað var stuttligt, og vit fingu eisini nógvar viðmerkingar frá fólki á gøtuni, og onkur bjóðaði okkum enntá inn til vaflur, sigur hann og leggur aftrat, at teir flestu innsavnararnir plaga at tíma slíkt.

Ein fyrimunur, sum innsavnarar virðismeta, er, at teir skipa sítt arbeiði sjálvir.

– Tað er sjáldan, at vit hava pausur, men av tí, at eingin arbeiðsgevari stendur og bíðar eftir klokkuni, kunnu vit avgera pausurnar sjálvir. Um vit t.d. eru í Runavík, so skulu vit bara rudda alla Runavíkina uppá ein dag. Eingin leggur í, um vit sita ein tíma til kaffi onkrastaðni, so leingi vit gera okkara arbeiði, sigur Jóhan Eliasen.

Rennur skjótari í regni

Sum ruskinnsavnari má mann finna seg í, at veðrið í stóran mun avger arbeiðsumstøðurnar og dagin hjá einum. Mann fær ikki savnað rusk innandura, so teir mugu vera klárir óansæð veðrið. Jóhan Eliasen ásannar, at hugurin ikki altíð er serliga góður at fara til arbeiðis, tá tað regnar í fleiri dagar á rað.

– Løtan, tá mann skal úr bilinum og út í regnið fyrstu ferð á degnum, er ikki so spennandi. Men aðru ferð er beinanvegin betri, tí sjálvt um mann verður vátur, verður mann ikki kaldur, tá mann rørir seg so nógv. Tað hevði verið meira óbehagiligt at arbeitt kaldur, og tí er tað ikki so galið at arbeiða í regni sum ruskinnsavnari. So rennur mann bara tað skjótari fyri at blíva enn heitari og sleppa fyrr heim, sigur Jóhan Eliasen.

Men einki er sum at vera til arbeiðis ein góðan summardag.

– Serliga er tað deiligt at arbeiða ein summardag, tá tað er sól og gott veður. Mær dámar væl at arbeiða úti.

Summi eru ongantíð nøgd

Tey flestu húsarhald hava onkuntíð roynt, at skrelliposin ikki verður heintaður. Tað kann vera frustrerandi, men orsøkin er sum allar oftast, at posin er ov fullur. Avleiðingin av, at posin ikki verður tikin, kann vera ónøgdsemi.

– Vit koma meira ella minni í samband við øll fólkini í samfelagnum. Tí hittir mann eisini onkuntíð tey, sum eru minni diplomatisk, um mann kann siga tað soleiðis. Tað er altíð onkur, sum ikki er nøgdur.

Tað er ikki fyri stuttleikar, at posin ikki verður tikin.

– Um ein posi er ov fullur, fáa vit ikki borið hann. Bæði tí hann er tungur, og tí vit ikki fáa tikið um hann. Tá skriva vit ein seðil, har vit siga, at har er ov nógv í, men tey allar flestu eru skiljandi og respektfull, sigur fuglfirðingurin.

Hóast tað hoyrir til undantøkini, so kunnu fordómar um starvið eisini stinga seg upp, eins og tað ger á øllum øðrum yrkisøkjum. Jóhan Eliasen vísir á eina niðrandi viðmerking, sum hann onkuntíð hevur hoyrt frá fólki.

– Skrellimaður er ofta tað dømið, mann tekur, tá mann skal vísa á eitt vánaligt arbeiði. Í hesum sambandi siga summi slíkt sum: “Ja ja, onkur má jú vera skrellimaður”. Men eg eri ein týpa, sum ikki leggur so nógv í, hvat fólk siga, so eg velji bara at flenna eftir tí, sigur Jóhan Eliasen, og leggur aftrat, at slíkar viðmerkingar koma sera sjáldan fyri.

– Fólk virða okkum

Ruskinnsavnarar eru ein týdningarmikil partur av gerandisdegnum hjá øllum í samfelagnum, og Jóhan Eliasen leggur merki til, at føroyingar sum heilt duga væl at virðismeta teirra leiklut í samfelagnum.

  – Eg haldi persónliga, at føroyingar duga sera væl at virða okkum. Fólk siga onkuntíð við meg, at um løgmaður knappliga fer í feriu í tríggjar mánaðir, finnur eingin ordiliga útav tí. Men um vit skrellimenn eru vekk í eina viku, so finna øll útav tí, tí so flýtur skrellið allastaðni, fortelur Jóhan Eliasen.

Hann fær yvirraskandi ofta positivar viðmerkingar frá fólki, sum siga, at ruskinnsavnarar eru undirmettir, tí teir eru millum týdningarmestu arbeiðararnir í landinum.

– Tá tað eru so nógv, sum halda vit eru undirmettir, so eru vit onkursvegna ikki undirmettir; tvørturímóti. Kanska er tað verri at síggja týdningin í onkrum, sum situr í miðfyrisitingini onkrastaðni í Havn. Eg hoyri oftari fólk skeldast inn á kontórfólk í Havn enn inn á skrellimenn, timburmenn ella flakafólk. So um mann veruliga skal finna tey, sum eru undirmett, so eru tað kanska tey. Kanska eg bara haldi hetta, tí eg eri bygdarfólk, flennir hann.

Hann heldur, at ein av høvuðsfaktorunum í tí, sum ger Føroyar til eitt so gott samfelag, er, at mann í Føroyum dugir at síggja menniskjað aftanfyri starvið.

– Ein og hvør stjóri í Føroyum hevur roynt at verið skrellimaður, flakamaður ella líknandi. Øll kenna onkran, sum er stjóri ella situr í tinginum, og tí verður spennið millum tað lægsta og hægsta ikki serliga langt og ikki líka menniskjafjart sum í øðrum londum. Vit bólka okkum ikki í klassar í Føroyum, eins og mann ger í eitt nú Onglandi. Vit síggja menniskjað fyrst heldur enn at síggja starvið fyrst, sigur Jóhan Eliasen.

IRF:

Meira burturkast at brenna

– Nógv byggivirksemi er í gongd, og góða gongdin sæst í stóran mun aftur í burturkastnøgdunum, sigur Sissal Evudóttir Lervig, samskiftisfólk hjá IRF.

Allar kommunur í Føroyum, við undantaki av Tórshavnar kommunu, eiga og reka í felag renovatiónsfelagsskapin, IRF. Missiónin hjá IRF er at halda Føroyar reinar.

Hjá IRF starvast tilsamans 12 ruskinnsavnarar í meginøkinum, tríggir eru í Suðuroynni, og á Sandoynni og á útoyggj nýtir IRF undirveitarar. Í Tórshavnar kommunu eru níggju ruskinnsavnarar. Í løtuni eru tað bara manligir ruskinnsavnarar í Føroyum.

Gongd er á samfelagshjólunum

Tað er torført er siga, hvussu nógv rusk hvørt húski í Føroyum framleiðir í miðal. IRF skrásetir alt móttikið rusk, men hagtølini umfata alt burturkast frá húskjum, bingjuplássum, virkjum, stovnum o.ø tilsamans.

Hagtølini hjá IRF fyri 2018 eru ikki almenn enn, men verður hugt eftir tølunum frá 2017 sæst, at hóast endurnýtsluhagtølini eru vaksandi, vaksa tølini fyri burturkast at brenna eisini. IRF tók tilsamans ímóti 234.691 m3 av burturkasti í 2017. Av hesum vórðu sløk 70 prosent brend. Í 2016 var talið av burturkasti 208.003 m3, so talið í 2017 er ein vøkstur upp á 12,8 prosent í mun til 2016.

– Nógv byggivirksemi er í gongd, og góða gongdin sæst í stóran mun aftur í burturkastnøgdunum, sigur Sissal Evudóttir Lervig, samskiftisfólk hjá IRF.