IRF er heiðrað við virðislønini Verdensmålsprisen 2026 fyri átakið um okkara fantastiska tilfeingi – avroðini. Hetta er fyrstu ferð, at ein føroyskur renovatiónsfelagsskapur vinnur Heimsmálsvirðislønina.
Tað er danska vinnugreinafelagið fyri renovatiónsfelagsskapir í danska ríkinum, Cirkulær, sum letur heimsmálsvirðislønina. Umframt IRF vóru tveir renovatiónsfelagsskapir í Danmark tilnevnd heiðurslønina. Fyri at verða tilnevnd skal átakið m.a. stuðla undir ST-heimsmálini. Avroðs-átakið hjá IRF stuðlar undir heili 6 heimsmál!
Heimsmálsvirðislønin er latin
fyri átakið um avroð, sum fevnir um:
- Bókina ”Tað, sum eftir er – smakkir úr og søgur um avroð”, sum varð útseld eftir bert fáum døgum
- Tiltøkini við smakkiroyndum í sambandi við bókaútgávuna
- Heimasíðuna avroð.fo, sum knýtir samband millum fólk og bøndur, sum selja avroð.
Endamálið hjá IRF við átakinum
IRF hevði sett sær fyri at bróta upp úr nýggjum og arbeiða fyri at endurrvekja áhugan hjá okkum føroyingum fyri okkara næstan gloymdu matrávøru, sum í kenda franska og italska køkinum verður roknað sum ein delikatessa.
Henda serstaka matrávøra, ið er ein natúrligur partur av føroysku mentanini og okkara náttúru, hevur so stórt virði fyri bæði okkara burðardygd, matvørusjálvbjargni og ikki minst okkara heilsu – hon er jú full í proteinum, vitaminum og mineralum.
Takk fyri!
Tað er fantastiskt at fáa henda serstaka og viðurkenda heiður fyri eitt so umfatandi, týðandi og væleydnað átak.
Takk góðu starvsfólk á IRF fyri tykkara stóra arbeiði. Takk fyri fyrimyndarliga góða samstarvið, Kvinna! Takk fyri stuðulin til átakið, Búnaðargrunnurin, MBM og Bóndafelag Føroya. Og takk fyri dyggu undirtøkuna, góðu føroyingar og bøndur! Bókin varð útselt eftir bert 13 dagar. Og fleiri bøndur skrásettir á avroð.fo siga, at teir hava merkt munandi størri áhuga fyri avroðum orsaka av átakinum hjá IRF.
Vit á IRF eru bæði glað og errin!

Hetta er ein heiður til okkara fantastiska tilfeingi, avroðini!
Latið okkum gagnnýta tey heldur enn at brenna tey.
Her kanst tú fáa meira kunning
IRF vinder Cirkulærs Verdensmålspris 2026
Her er de tre endeligt nominerede til Verdensmålsprisen 2026
Avroð.fo



