Nógv burturkast kemur inn til IRF frá føroysku sjóvinnuni. Fyri at gera skiljingina av burturkasti so skynsama sum gjørligt, hevur IRF ment eina plakat við ymsu burturkastbólkunum í sjóvinnuni.
Prentað A1-eintøk kunnu umbiðjast á samskifti@irf.fo ella á tlf. 23 42 33.
Tak niður plakat sum PDF her: plakat-sjovinnan2021-pdf
Tak niður plakat sum A1 prentfílu her: plakat-sjovinnan2021-prent-pdf
Meira um plakatina
Vegleiðingin er ein plakat, sum í høvuðsheitum er samansett av myndum. Allur teksturin á plakatini er á føroyskum, enskum og russiskum, soleiðis at øll starvsfólk í sjóvinnuni kunnu skilja hana. Høvuðsendamálið við plakatini er at geva eitt skjótt og einfalt yvirlit yvir burturkastbólkarnar í sjóvinnuni, og hvussu teir skulu skiljast.
Myndir av burturkastbólkum
Fyri at gera skiljingina av burturkasti sjónligari og greiðari innan sjóvinnuøkið, eru her myndir av ymsu burturkastbólkunum á plakatinum. Hesar eru ætlaðar til at prenta og seta á bingjur, ruskíløt o.t.
Pappír Papp Bleytt plast Káplar og leidningar Battarí og akkumulatorar Elektronikkur Jarn Aluminium Kopar Rustfrítt stál Stórsekkir Endar og trossar Aliringar og fóðurslangur Nailongørn Trol og net uttan grunnar Veirar Spillolja og oljudálkað vatn Máling, lakk og lím Kemiskur lútur Spreydósir Ljósrør og perur Plantu- og djóraeitur Trýstfløskur Blandað burturkast at brenna Stórt burturkast at brenna Trolkúlur Trolgrunnar Blýlínur Línur og teymar Avvatnað, lívrunnið burturkast Fóðursekkir v/heilivágsrestum Boyur Flot úr PVC Presendingar við PVC PVC-rør