IRF hevur sett 29 ára gomlu Sissal Evudóttir Lervig av Strondum, sum nýggja marknaðar- og samskiftisfólkið hjá IRF.
Sissal er kandidatur í talgildum samskifti frá Aalborg Universiteti, umframt at hon hevur lisið altjóða marknaðarføring á Akademiútbúgvingini hjá Glæsum.
Sissal hevur harumframt viðkomandi arbeiðsroyndir frá lýsingarfyritøku í Danmark, eins og frá føroyskari fyritøku. Sissal fer at sita á skrivstovuni hjá IRF í Klaksvík og byrjar í starvinum um miðjan februar.
Sissal fer at taka sær av lýsingarátøkunum hjá IRF, heimasíðu og sosialu miðlunum, umframt breiðari innanhýsis – og uttanhýsis samskiftisuppgávum.
Starvið, sum er nýtt hjá IRF, skal síggjast sum ein liður í strategiini hjá IRF at ganga á odda á umhvørvisøkinum og geva okkara íkast til einar grønari Føroyar.
Ístaðin fyri at brenna virðismikið tilfeingi, sum møguliga kundi verið endurnýtt, so strembar IRF eftir at vera við til at flyta føroyska samfelagið móti einum nýggjum og grønari búskapi, har minni verður brent og meiri verður endurnýtt, umhvørvinum hjá okkum øllum at frama.