Skiljing av sjóvinnuburturkasti

Nógv burturkast kemur inn til IRF frá føroysku sjóvinnuni. Fyri at gera skiljingina av burturkasti so skynsama sum gjørligt, hevur IRF gjørt eina vegleiðandi skiljiplakat við ymsu burturkastbólkunum í sjóvinnuni.

Høvuðsendamálið við plakatini er at geva eitt skjótt og einfalt yvirlit yvir burturkastbólkarnar í sjóvinnuni, og hvussu teir skulu skiljast.

Plakatin tekur støði í tí mest viðkomandi burturkastinum frá skipum, havnum, fiskavirkjum og alifyritøkum. Hon er í høvuðsheitum samansett av myndum, og teksturin á plakatini er á føroyskum, enskum og russiskum, soleiðis at flest øll starvsfólk í sjóvinnuni kunnu skilja hana.

Plakatin kann takast niður her og kann eisini umbiðjast frá IRF sum prentað eintak úr slitsterkum tilfari.

Í fjør gjørdi IRF eina líknandi plakat til skiljing av byggiburturkasti, sum hevur verið sera væl móttikin av byggivinnuni. Plakatin til skiljing av byggiburturkasti kann takast niður her og umbiðjast sum prentað eintak.