Nú tíðin er komin, at vetrardekkini skulu av og summardekkini á, er tað týdningarmikið at burturbeina gomlu dekkini á rættan hátt.
Um felgan ikki kann brúkast aftur, lat hana til jarnendurnýtslu og dekkini sjálvi til brenningar. Um tað er neyðugt, kanst tú fáa eitt verkstað at taka dekkini av felgunum.
Jarn er vorðið ein trotvøra í heiminum, men tá tað verður latið til endurnýtslu, senda vit tað uttanlands, har tað verður gagnnýtt í nýggjum høpi.
Alt jarn og metal skal til endurnýtslu
Jarn, rustfrítt stál, aluminium og kopar skal latast til endurnýtslu og eigur undir ongum umstøðum at verða latið til brenningar.
At framleiða nýggjar lutir úr endurvunnum jarni og metalum gevur munandi minni CO2-útlát enn at framleiða somu lutir úr nýggjum tilfeingi.
Harumframt eru jarn og metalir til stóran bága fyri brenniovnin hjá IRF.
Hví verða dekk ikki send til endurnýtslu?
IRF sendir ikki dekk av landinum til endurnýtslu, tí tað tíverri er alt ov kostnaðarmikið. Í eitt nú Danmark verður eitt gjald lagt á alla dekksølu, og hetta gjaldið verður nýtt til at rinda kostnaðin fyri at senda dekkini til endurnýtslu. Tað eru dekk- og bilasølurnar, sum taka sær av hesum. Eingin tílík skipan er í løtuni í Føroyum.