IRF søkir eftir umhvørvisleiðara, sum vil og megnar at standa á odda fyri at røkka framsóknu umhvørvismálum okkara. Sum umhvørvisleiðari hjá IRF fært tú møguleikan at minka um CO2-útlát okkara og flyta føroyska samfelagið nærri ringbúskapinum.
Um allan heim laga altjóða felagsskapir, stjórnir, vinnufyritøkur og vanlig menniskju seg til ein heim, har vit í felag skulu minka um útlátið av vakstrarhúsgassum. Ein týdningarmikil partur av hesum er, at vit skipa okkum soleiðis, at vit minka um dálkingina, vaksa um endurnýtsluna og endurvinningina, og skipa okkara mannagongdir, so vørur og tilfeingi hava longri livitíð. Ringbúskapur snýr seg um, at vit fara frá “brúka og koyr burtur”-hugsanini, til at vit í allari okkara nýtslu taka atlit til mørk jarðarinnar. Hjá IRF hava vit sett út í kortið, og nú hava vit tørv á tær, sum vil standa á odda fyri okkara stremban.
Um starvið
Umhvørvisleiðarin hjá IRF stendur á odda fyri 11 starvsfólkum, sum arbeiða við ymsum økjum innan umhvørvi og handfaring av burturkasti. Umhvørvisleiðarin hevur ábyrgd av umhvørviðsgóðkenningum og skal í tøttum samstarvi við leiðslu, deildarleiðarar og starvsfólk byggja oman á verandi virkisøki, so vit øll arbeiða saman um at røkka málum okkara.
Sum umhvørvisleiðari hjá IRF er uppgávan ikki einans vend inneftir, tí ein týdningarmikil partur av uppgávuni er uttanhýsis samskifti, ráðgeving og samstarv við myndugleikar, vinnulív og almenning. IRF skal veita viðskiftafólki sínum bestu og rættastu tænastuna og ráðgevingina innan handfaring av burturkasti, har dentur er lagdur á gjøgnumskygni og málbæri. Í einum heimi, sum flytur seg skjótt, vaksa bæði krøv og eftirspurningur eftir nýggjum tænastum og ikki minst eftir góðskutryggjaðari og sambæriligari vitan og hagtølum.
Sum umhvørvisleiðari kemur tú at mynda, menna og nýhugsa arbeiðið innan umhvørvisvernd til framtíðar krøv. Okkara partur av heiminum lagar seg beint nú til framtíðina, og vit vilja vera við.
Ljóðar tað spennandi?
Vit leita ikki eftir einum persóni, sum kann loysa allar uppgávurnar fyri okkum. Vit leita eftir tær, sum við eyðmjúkleika og áræði hevur hug at taka uppgávuna á teg. Og vit leita eftir tær, sum evnar at ivast, kjakast og lurta fyri síðani at taka eitt fet rætta vegin og síðani eitt afturat. Men hesi fet skulu verða tikin í felag, tí meðan vit ganga undan, mugu vit ongantíð gloyma viðskiftafólk okkara, vinnulívið ella kommunurnar, sum eiga felagsskapin.
Tú hevur stóran áhuga í grøna umskiftinum, veðurlagsmálum, heimsmálum og ikki minst ítøkiliga arbeiðið at minka um útlátið av vakstrarhúsgassum.
Um teg
Vit leita eftir tær, sum hevur eina akademiska útbúgving og dugir at brúka tínar førleikar í gerandisdegnum til at standa á odda fyri einari skipaðari tilgongd.
Tað hevur týdning, at tú evnar at byggja ein fakligan felagsanda, sum eggjar starvsfólki til at ganga saman um felagsmál okkara. Onkuntíð hevur tað týdning, at tú vísir vegin og aðrar tíðir hevur tað týdning, at tú lurtar og stuðlar. Tó hevur tað alstóran týdning, at tú altíð tekur ábyrgdina á teg.
Uppgávan er í stóran mun til tín at definera, so vit vænta, at tú hevur eitt veruligt forvitni og hug at seta teg inn í allar staklutir og allar partar av okkara virksemisketu, áðrenn avgerðir verða tiknar. Vit síggja fyri okkum ein natúrligan eginleika at ganga á odda í einum avbjóðandi umhvørvi, har tú, starvsfólkini og fyritøkan í stóran mun saman mugu finna røttu loysnirnar í einum skiftandi veruleika, sum beint nú tekur skap.
Førleikakrøv
Tú hevur viðkomandi akademiska útbúgving á masterstigi, eitt nú verkfrøði, lívfrøði, handilsvinnuútbúgving, stjórnmálafrøði, samskifti ella aðra samsvarandi útbúgving.
Ein sterk faklig útbúgving verður vektað høgt, men stórur dentur verður eisini lagdur á persónligar førleikar, royndir og grundgivnan áhuga og drívmegi innan økið.
Vit leggja harafturat dent á:
- royndir við tillagandi leiðslu og evni at laga virkisøki til altjóða standardir
- góðar samskiftiseginleikar á føroyskum, donskum og enskum
- eginleikan at seta seg inn í og trívast í nýggjum fakøki og fakmentan
- dirvi og hug at argumentera fyri broytingum í breiðum høpi
IRF leggur dent á at hava ein fjølbroyttan starvsfólkahóp, og hóast tú møguliga hevur glopp í arbeiðsleiðini, ert nýliga útbúgvin ella annað, mæla vit tær til at søkja starv hjá okkum.
Setanar- og lønartreytir
Starvið verður sett skjótast til ber. Starvið er flokkað eftir lønartalvuni hjá Felag Tænastumanna Landsins 36.1 uttan at talan er um tænastumannastarv.
Umsókn og freist
Umsókn, lívsrensl og avrit av prógvum skulu sendast til starv@irf.fo í seinasta lagi sunnudagin, 12. januar 2025. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.
Um tú hevur spurningar um starvið, ert tú vælkomin at ringja til Sigurd Leifsson Lamhauge, stjóra, á tlf. 234200 ella Suffíu Høj, HR-leiðara á tlf. 234237.
Um okkum
IRF er ein interkommunalur felagsskapur, sum 28 kommunur eiga. Hvørja viku heinta vit 12.500 gráar posar frá 11.000 húskjum, umframt hvítar og reyðar posar eftir tørvi. Harumframt heinta vit burturkast frá øllum stovnum, fyritøkum og endurvinningarplássum í øllum IRF-økinum. Árliga tekur IRF ímóti og viðger 40.000 tons av burturkasti.
IRF skal virka fyri, at vit kunnu lata komandi ættarliðum Føroyar betri og burðardyggari. Tilverugrundarlagið hjá IRF er at savna og viðgera burturkast á umhvørvisliga rættan hátt, bæði fyri at fyribyrgja dálking av okkara umhvørvi og tryggja, at tilfeingið í burturkastinum verður hildið í ringrás. IRF skal ganga á odda á burturkastøkinum og á nýskapandi og ágrýtnan hátt gera Føroyar grønar.
Alt virksemi hjá IRF er góðkent eftir ISO-14001, og við hesari umhvørvisstýrisskipan átekur IRF sær at arbeiða við munadyggum loysnum innan fyribyrging, innsavning og hagreiðing av burturkasti.
Umhvørvispolitikkurin hjá IRF, sum tekur støði í seks av teimum 17 heimsmálunum hjá ST fyri burðardygga menning, útgreinar kós felagsins í arbeiðinum fram ímóti at gera Føroyar reinari og burðardyggari. Við umhvørvispolitikkinum hevur IRF sett sær framsøkin mál á burturkastøkinum eitt nú at endurvinna 50% av burturkastinum í 2030.