Hevur tú fingið IRF-álmanakkan í postkassan?
Ein álmanakki frá IRF er borin út til øll hús í Suðuroy. Hesin vísir, nær hvítu posarnir verða heintaðir í ávikavist sunnaru og norðaru helvt av oynni.
Á álmanakkanum er eisini onnur viðkomandi kunning frá IRF um t.d. skiljing í hvíta og reyða posa og um útbering av nýggjum posum.
Tað er sera ómakaleyst at skilja pappír og papp frá vanliga húsarhaldsruskinum. Um tú hevur eitt ílat ella ávíst stað í køkinum at leggja papp og pappír, varnast tú skjótt, hvussu nógv kann fara í hvíta posan. Fyrr vóru krøvini til pappírendurvinning strangari, men í dag kunnu mestsum øll sløg av pappi og pappíri endurvinnast. Einasta kravið er, at tað er ikki illa dálkað av máling, feitti ella matleivdum.
Les meira um, hvat kann fara í hvíta posan her.
Pappírið, sum verður savnað inn í Suðuroy, verður koyrt til endurvinningarhøllina hjá IRF í Leirvík, har tað verður pakkað og síðani sent av landinum. Les meira her.