Hevur tú fingið IRF-álmanakkan 2026 í postkassan?
IRF-álmanakkin fyri 2026 er nú borin út í øll hús í Suðuroy. Á honum stendur m.a., nær hvítu posarnir verða heintaðir í ávikavist sunnaru og norðaru helvt av oynni.
Á álmanakkanum er eisini onnur kunning frá IRF um t.d. skiljing í hvíta og reyða posa og um útbering av nýggjum posum.
Ongan álmanakka fingið?
Til ber at taka talgilda álmanakkan fyri 2026 niður her:
Prentað eintøk kunnu eisini eftir avtalu fáast á IRF-støðini í Trøllavík ![]()
Hvat kanst tú lata í hvíta posan?
Hvíti posi er til endurvinningar av pappi, pappíri og bleytum plasti. Tað er sera ómakaleyst at skilja pappír, papp og bleytt plast frá burturkastinum. Um tú hevur eitt ílat ella ávíst stað í køkinum at leggja papp og pappírí og ein kláran posa til bleytt plast, varnast tú skjótt, hvussu nógv kann fara í hvíta posan.
- Alt reint papp/pappír
- Tíðarrit og prentað bløð
- Smáeskjur (t.d. frá heilivági, smyrsli)
- Brævbjálvar (við og uttan rút)
- Skógvaeskjur, papprullur, bøkur
- Reinar pitsaeskjur
- Reinir eggjabakkar
- Vanligt gávupappír
- Bleytt plast (bæði klárt og litiað) samlað í ein kláran posa og knút á
Eisini pappír/papp við eitt nú smáum jarnklipsum, klisturstubbum og tílíkum kann latast í hvíta posan.
Hvat kann IKKI latast í hvíta posan:
- Skitið ella vátt pappír/eskjur
- Pappír við matleivdum á
- Papp við nógvari máling á
- Djús-, jogurt- og mjólkarpakkar
- Persónlig skriv og myndir
- Dálkaðar pitsaeskjur
- Dálkaðir eggjabakkar
- Folio-gávupappír og gávubond
Hvítir posar verða bornir út eina ferð um árið
Rull við hvítum posum verða borin út til øll húsarhald í limakommununum hjá IRF eina ferð um árið (í viku 13). Í rullunum er 14 posar, og er hetta roknað til eitt ársbrúk hjá einum vanligum húsarhaldi.