Í gjár skipaði IRF fyri afturvendandi tiltakinum, har starvsfólk frá kommunalu bingju- og endurvinningarplássunum kring landið og umboð úr bý- og bygdaráðum komu saman. Virksemið hjá IRF fevnir um allar Føroyar – frá norðasta horni til sunnasta spískin, og tískil er tað ikki á hvørjum degi, at høvi býðst pørtunum at møtast.
Tiltakið byrjaði Úti í Gjógv í Sandavági við framløgum, og síðani var farið til nýggju tyrvimóttøkuna og reinsiverkið í Nýggjheiðum í Kvívík. Andrias Joensen, deildarleiðari hjá IRF, legði fram um nýggju støðina í Nýggjheiðum, og Jóannes Guttesen, umhvørvisleiðari, setti fokus á skiljing av tyrviburturkasti. Hans Andrias Didriksen, sum starvast í Nýggjheiðum, vísti runt í Nýggjheiðum. Undirtøkan var sera góð, tí umleið 60 fólk tóku lut og flestu limakommunurnar vóru umboðaðar.
Her eru nakrar myndir frá degnum.
![](https://irf.fo/wp-content/uploads/2023/09/4-1024x768.jpg)
![](https://irf.fo/wp-content/uploads/2023/09/3-1024x743.jpg)
![](https://irf.fo/wp-content/uploads/2023/09/1-1-1024x768.jpg)
![](https://irf.fo/wp-content/uploads/2023/09/2-768x1024.jpg)
![](https://irf.fo/wp-content/uploads/2023/09/5-768x1024.jpg)
![](https://irf.fo/wp-content/uploads/2023/09/6-768x1024.jpg)