Útgerð til burturkast

image_pdf

Er ivi um, hvussu burturkastið skal skiljast, kann skiljiskjáttan hjálpa. Fær til skiljiskjáttuna her.

Tit eru eisini vælkomin at seta tykkum í samband við okkum, um tørvur er á vegleiðing. Les meira um ráðgeving til stovnar og vinnukundar her.

ÚtgerðSlag av burturkastiÚtvegan
Plastbingja

Stødd: 770–1100 L.
Góð til minni nøgdir av t.d. restburturkast ella reinum pappi og pappíri.
Kundin útvegar sjálvur hesar bingjurnar.
JarnbingjaStødd: 10-15 m³.
Kann brúkast til papp og pappír, restburturkast jarn ella blandað tyrviburturkast.
Kann leigast frá IRF. Les meira her.
JarnlastStødd: 17-28 m³.
Góð til stórar nøgdir av t.d. byggiburturkasti.
Kann brúkast til. t.d. timbur ella jarn.
Kann leigast frá IRF. Les meira her.
Gráir virkisposarTil restburturkast at brennaKunnu keypast frá IRF.
Sí prísir her.
Hvítir virkisposarTil reint papp og pappír til endurvinningar.Kunnu keypast frá IRF.
Sí prísir her.
Klárir posarTil bleytt plast, fløskur og blik v.m. til endurvinningar.
Tað bleyta plastið verður heintað saman við pappinum.
Kunnu keypast frá IRF.
Sí prísir her.
StórsekkirGóðir til gips, asbest og minni mongdir av blandaðum tyrviburturkasti.

Kunnu eisini brúkast til smærri nøgdir av t.d. trolum, nøtum og gørnum.

GG: Serligar mannagongdir eru galdandi viðv. burturbeiningini av asbest. Les meira her.

Ymisku tyrvibólkarnir mugu undir ongum umstøðum blandast saman. Les meira á skiljiskjáttuni.
Kunnu keypast frá IRF.
Sí prísir her.
IBC-tangarIBC-tangar, har toppurnar er skorin av, kunnu brúkast til ymiskar burturkastbólkar t.d. elektronikk ella glas Kundin útvegar sjálvur.
Plattar/ plattarammur/ fiskakassarKulda- og frystiskáp o.t. skulu standa á plattum.
Gass- og trýstfløskur kunnu standa í plattarammum.
Hav tong við hondina, so leidningar kunnu klippast av tólunum og leggjast fyri seg.
Kemiskur lútur, loysingarevni, lak, máling o.s.fr. (GG: Hetta má standa trygt og helst innandura).
Kundin útvegar sjálvur.
SpilloljutangiTil spillolju og matolju. Kundin útvegar sjálvur.
AkkumulatorkassiTil øll sløg av akkumulatorum.
BattaríkrukkaØll gomul battarí skulu latast í krukku/lat við loki á fyri at fyribyrgja, at eldur kann koma í.Kundin útvegar sjálvur.
Avlangar pappeskjurTil ljósrørIRF útvegar pappeskjurnar.

Heinting / tøming

Fyritøkan/ stovnurin ger avtalu við IRF, nær møguligar bingjur, plastbingjur ella ruskposar skulu heintast/tømast.

IRF kann veita regluliga tøming hjá vinnufyritøkum, eins og eftir tørvi.

Við størri arbeiði so sum nýbygging ella niðurtøka av bygningum, kann avtala gerast við IRF um bingjur, lastir ella annan flutning.