ÚTGERÐ TIL VINNUBURTURKAST

image_pdf

Ynskja tit at skilja burturkastið betur? Tað er ikki neyðugt við nógvari útgerð. Her er ein vegleiðing.

Brennandi
Slag av burturkastiÚtgerð
Burturkast at brennaJarnbingja ella plastbingja (200-1000 L) og grái virkisposin.
Endurnýtsla
Slag av burturkastiÚtgerð
Reint papp og pappír t.d. makuleraJarnbingja, minni plastbingja (200-1000 L) ella hvíti virkisposin.
Bleytt plastBleytt plast frá t.d. vøruplattum kann savnast í kláran posa. Plastið er bleytt, tá ið tú kann binda ein knút við tí. Bleytt plast verður heintað saman við pappi/pappíri.
Elektronikkur, leidningar, fartelefonirStørri mongdir á platt ella kassa, ið kann koyrast við pallulyftara. Annars hóskandi ílat max. 20 kg. at bera.
Ljósrør og spariperurLjósrør skulu í avlangar pappeskjur, sum fáast ókeypis frá IRF. Spariperur skulu í hóskandi ílat, t.d. spann, so ikki brotnar, tá ið tað verður handfarið.
Jarn og metalJarnbingja ella jarnlast.
Nótir, trol og gørnSmáar mongdir kunnu latast í hvítan stórsekk m.a. til keyps frá IRF. Er talan um størri nøgdir, kann last leigast frá IRF.
SpilloljaSpilloljutangi, ið verður tømdur av IRF.
Akkumolatorar

Glas
Skulu standa á platti

1.000 l íløt ella minni íløt á min. 20 kg.
Burturkast at tyrva
Slag av burturkastiÚtgerð
Gips:
Gevið gætur: Gips má undir ongum umstøðum brennast. Tað gevur sera dálkandi útlát frá sær og terir ketilin á Brennistøðini.
Gips skal latast til IRF fyri seg.
Gips kann lastast inn í stórsekkum, sum skulu standa turt undir taki/hálvtaki.
Tað er sera týdningarmikið, at regn ikki sleppur at gipsinum, tí tá er tað ikki til at fáast við. Er talan um størri nøgdir, kann nærri avtala gerast við IRF.
Asbest:
Skal latast til IRF fyri seg.
Heilar asbestplátur skulu av trygdarávum liggja væl á platti, pakkaðar inn, so heilsuskaðiligt dust ikki stendur frá.
Avskurðir skulu vera í posa, so dust ikki stendur frá.
Blandað tyrviburturkast (restin):
Bjálving, keramik, trýstviðgjørdur viður, PVC rør, glasfibur, glas, restir av byggitilfari.
Jarnbingja. Kann eisini fara í stórsekkir, sum skulu standa turt undir taki/hálvtaki. Bjálving skal vera í plastposum, áðrenn tað verður latið í bingju ella stórsekk, so tað ikki fýkur við vindinum og dálkar umhvørvið.
Serliga dálkandi burturkastÚtgerð
Kemiskur lútur, loysingarevni, lak, máling o.s.fr.:Lat kemiskan lút og máling standa væl í ílati, so tað ikki dálkar ella er til vanda fyri starvsfólk sum handfara tað.
BattaríirGlaskrukka við skrúðuloki.
Køliskáp og frystiboksirSkulu standa á platti