Væl skipað endurnýtsla í Klaksvík

Síðstu trý árini hevur Klaksvíkar kommuna gjørt íløgur í tríggjar trýstpressu-bingjur til Endurnýtsluna. Tvær eru til vanligt brenniburturkast og ein til pappír og papp. Tær trýsta ruskið saman, og fer tí nógvar ferðir meira tilfar í hvørja einstaka bingju, í mun til áður.

– Fleiri fólk hava givið til kennar, at tey eru sera glað fyri hesar nýggju trýstpressu-bingjurnar. Tað lættir um hjá fólki, ið skulu av við burturkastið, millum annað papp, tí nú sleppa tey frá at skræða og leggja tað pent saman. Tað lættir eisini um arbeiðið hjá okkum, og harumframt er ikki neyðugt hjá IRF at koma so ofta at heinta bingjur, sum teir komu áður, sigur Palli Sivertsen, leiðari á Endurnýtsluni í Klaksvík.
Ein tílík trýstpressu-bingja kann trýsta tilfarið so nógv saman, at tað fæst seks ferðir so nógv tilfar í. Hetta er galdandi, tá ið tað er sokallað “bleytt” tilfar til brenniburturkast, og tí verður bara “bleytt” burturkast latið í tær trýstpressurnar.
Trýstpressu-bingjurnar eru keyptar í 2015, 2016 og 2017, men longu nú vísir tað seg at vera ein fíggjarlig sparing í rakstrinum. Bingjurnar halda í nógv ár framyvir, og íløgan verður vunnin innaftur við tíðini.

Væl skipað endurnýtsla
Við sínum gott og væl 5.000 borgarum er Klaksvíkar kommuna størsta kommunan í IRF.
Síðani 2004 hevur kommunan havt eina væl skipaða endurnýtslu í gamla grótbrotinum á Bumshamri. Til ber at lata burturkast til endurnýtslu og lætt er at skilja burturkastið í nógvar ymiskar bingjur.
Talan er um eina snøgga og ruddiliga endurnýtslu. Fleiri bilar kunnu koma samstundis við burturkasti, og tað eru nógvar ymiskar bingjur at lata í, so einfalt er at skilja ruskið.
Møguleiki er at skilja í pappír, papp, jarn & metal, el-lutir, olju, vandamikið burturkast, gras & greinar, køliútbúnaður, brenniburturkast, stórviður og so er eisini møguleiki at lata møblar, borð, stólar og onnur góð brúksting í bingjuna til Dugna, sum so kunnu verða seld umaftur.

Leygardagar er mest at gera
– Tað er vanliga leygardagar, at mest er at gera. Vit hava fleiri ferðir havt einar 200 bilar ella fleiri ein leygardag, og tá skal ganga rímiliga skjótt fyri seg, so allir sleppa av við burturkastið í røttu bingjuna, sigur Palli.
Fleiri bilar kunnu koma inn á økið samstundis, og starvsfólkini í Endurnýtsluni vegleiða fólki, í hvørja bingju, hvat skal. Nú trýstpressu-bingjurnar eru komnar, gongur skjótari at avgreiða alt, tí ikki er neyðugt at stúva í teimum bingjunum, sum annars má gerast í øllum øðrum bingjum.
Tað slepst nevnliga ikki undan at stúva. Millum annað bingjan við stórtimbri má stúvast væl, og teir ungu dreingirnir, ið starvast í Endurnýtsluni, eru raskir at hjálpa fólki at stúva.

Upplatingartíðir
Endurnýtslan í Klaksvík er opin mánadag til fríggjadag kl. 16-19 og leygardag kl. 15-19.
Umframt Palla, so starvast seks ungir dreingir í Endurnýtsluni, tá ið opið er fyri almenninginum.
IRF fegnast um, at Klaksvíkar kommuna hevur eina góða og væl skipaða endurnýtslu.
Les meira um, hvussu ein kommuna kann skipa sína endurnýtslu, við at trýsta á her.