2019 eitt spennandi ár hjá IRF

IRF hevur í dag havt aðalfund, og rakstrarúrslitið fyri 2019 gjørdist 1,9 mió. kr. Hetta er 2 mió. kr. meira enn mett frammanundan. Inntøkurnar eru 4,7 mió. kr. hægri enn mett, og útreiðslurnar eru 3,8 mió. kr. hægri enn mett.

Í 2019 hevur IRF gjørt íløgur fyri tilsamans 33 mió. kr. Av hesum vórðu 22,5 mió. kr. nýttar á Hagaleiti, 3,5 mió. kr. í tyrvingar- og umlastingarplássum, og 7 mió. kr. vórðu nýttar til bilar og maskinur.

Bruttoúrslitið fyri 2019 gjørdist 57 mió. kr., sum er tað sama sum í 2018. Fíggjarstøðan javnvigar við 185 mió. kr. í 2019 í mun til 188 mió. kr. í 2018.

Árið, sum fór

Fyri IRF hevur 2019 verið merkt av nógvum byggivirksemi og spennandi verkætlanum, sum eru ávegis.Nýumvælda Brennistøðin hevur staðið seg ómetaliga væl. Vit eru farin frá at brenna 56 tons um samdøgrið til í miðal 78 tons um samdøgrið. Økta brenniorkan kemur væl við, tí tøl okkara vísa enn eina ferð, at góða gongdin í Føroyum heldur fram, og við henni økjast burturkastnøgdirnar eisini.

Nýggj Móttøkuhøll

Byggingin av Móttøkuhøllini setti eisini sín dám á 2019, og nýggja høllin verður í skrivandi stund royndarkoyrd. Rakstrarligu og umhvørvisligu fyrimunirnir við høllini eru nógvir, og hon er eitt stórt stig á grønu kós felagsins. Meira kann lesast um nýggju høllina her.

Nýtt samstarv millum Tórshavnar kommunu og IRF

2019 gjørdist eisini árið, tá ið Tórshavnar kommuna og IRF skrivaðu undir sáttmála at gera felags tyrvingarpláss og avvatningarskipan til evju í Nýggjheiðum í Kvívík. Væleydnað samstarv er longu á fleiri økjum partanna millum, og tí varð avgjørt eisini at samstarva um hesa verkætlanina. Tá ið stórar íløgur verða gjørdar í felag heldur enn hvør sær, verður tað til gagns fyri allar føroyingar, tí kostnaðurin verður minni fyri hvønn borgara. Les meira um verkætlanina her.

IRF 40 ár

Í 2019 vóru 40 ár liðin, síðan IRF varð sett á stovn, og serliga tey fyrstu árini hjá felagnum leikaði tað mangan hart á. IRF telur í dag á leið 100 starvsfólk, og bæði nevnd og leiðsla eru errin um hesi starvsfólk, sum hvønn dag lyfta eina uppgávu av alstórum samfelagsligum og umhvørvisligum týdningi.

Samanumtikið hevur 2019 verið eitt hendingaríkt ár, og nógv bendir á, at 2020 fer at verða eins spennandi.