Kanska sært tú fimm serligar gestir á G! í dag.
Tær eru ikki bara gestir – tær eru ein livandi partur av festivalinum.
Sóljurnar fara at býta út ókeypis lummar til sigarettustubbar og snúsposar, so tað verður lættari at halda G! reint.
Sóljurnar eru lættar at fáa eyga á, tær bera:
🌻 Sóljukransar úr endurnýttum tjaldtilfari, innkeypsposum og klæðum
🌻 Berinet við íblástri frá Gráa posanum
🌻 Lyklaringar úr gomlum leikum
Sóljurnar vísa, at burðardygd kann vera litrík, skapandi, stuttlig og vøkur.
Búnarnar hevur Unn Baldursdóttir sniðgivið og framleitt úr endurnýttum tilfari.
Eins og føroyska tjóðarblóman venda tær sær móti ljósinum og minna okkum á, at smáar gerðir kunnu gera stóran mun.
Heilsa upp á Sóljurnar:
Hósdag og fríggjadag frá kl. 18.00 til 20.00
Leygardagin frá kl. 17.00 til 19.00

Stubbarør eru á økinum, eins og víst á kortinum omanfyri.