Í gjár, 11. september, varð nýggja panthøllin hjá IRF í Sandavági reist. Høllin er eitt týðandi stig í umleggingini av pantskipanini í Føroyum. Hetta merkir, at vit nú eru eitt stórt fet nærri at seta nýggju landsfevndu pantskipanina í verk.
Panthøllin, sum verður miðstøð í skipanini, fer at taka ímóti øllum pantíløtum – ikki bert frá drykkjuvørum, men við tíðini helst eisini frá øðrum plast-, glas- og aluminiumsíløtum, tá skipanin er klár til tað. Nýggja skipanin fer at gera einfaldari hjá fólki kring landið at lata inn íløt til endurnýtslu og endurvinning. IRF fer at umsita skipanina og tryggja, at íløtini verða savnað inn, flokkað og send víðari til endurnýtslu.
Tað er Umhvørvismálaráðið, sum hevur heitt á IRF um at umsita nýggju pantskipanina, og verður skipanin klár at taka í nýtslu í vár.