Nú styttist til jólaaftan, og kring alt landið verða gávur í rúgvuvís pakkaðar inn. Nógv pakkitilfar verður nýtt hesa ársins tíð, og tað er sera umráðandi, at vit fáa sent størsta partin av hesum til endurvinning.
Men hvussu skal pakkitilfarið skiljast?
- Vanligt gávupappír, kartong og papp skulu í hvíta posan
- Folio-innpakkningur skal í gráa posan
- Gávubond skulu eisini í gráa posan
- Alt tað bleyta plastið kann fara í ein posa fyri seg, og hesin posin kann latast í hvíta posan.
Harumframt ber eisini til at minka um nýtsluna av gávupappíri á jólum. Gávurnar kunnu t.d. pakkast í tíðindabløð og líknandi. Eigur tú dúkar ella gardinur, sum tú ikki brúkar longur, ber eisini til at klippa hesi sundur í smærri stykkir at nýta til gávurnar. Hesi stykkini kunnu nýtast umaftur ár eftir ár. Sera burðardygt.
Í fjør sendu vit 87 tons av bleytum plasti til endurvinning. Sí fleiri endurvinningarhagtøl her.





