Nú ber til at taka niður føroysk myndatekin til at seta á ruskíløt.
Talan er um myndatekinini frá Dansk Affaldsforening, sum IRF hevur umsett.
Myndatekinini kunnu takast ókeypis niður, og tey kunnu nýtast frítt í almennum og vinnuligum høpi.
Endamálið við felags myndateknum er at gera tað lættari fyri borgarar og vinnu at skilja burturkast. Um øll brúka somu tekin, heiti og eyðkennislitir, verða færri ivamál og misskiljingar um, hvussu burturkastið skal skiljast.
Hjá IRF verða myndatekinini nýtt á skrivstovum og innandura støðum annars, og harumframt verður í løtuni arbeitt við at gera myndatekin til bingjur og lastir. Hesi vera eisini tøk á heimasíðuni í næstum.