Fyrr í summar savnaðu sjálvboðin saman burturkast í Botnsmøl á vestursíðuni á Suðuroynni. Tilsamans savnaðu tey umleið 15 tons av plastikki og øðrum óruddi. Í gjár varð ruskið flutt við tyrlu til Trongisvágs, nakað vestanfyri tunnilsmunnan til Hvalbiar.
Tað mesta er burturkast frá skipum, men talan er eisini um annað burturkast.
Kringvarpið hevði í gjár innslag frá hesum sjálvbodna tiltakinum.
Lurta eftir innslagnum her.