Handverkarar og onnur, ið viðhvørt arbeiða við asbest, eiga at ansa sera væl eftir, tá ið asbest skal burturbeinast. Asbest kann viðføra ólekjandi krabbamein, um ein fæst við asbest í bert nakrar vikur.
Soleiðis skal asbest handfarast
Asbest og eternit skal latast inn í stórsekkjum ella innpakkað á platti. Tað er undir ongum umstøðum loyvt at lata asbest leyst í bingju, sum verður vippað.
Dustið frá brotnaðum asbestplátum kann elva til lungnakrabba, og tí er sera týdningar-mikið at fara varliga um og ikki bróta pláturnar.
Dømi um asbest og eternit: Takplátur, veggjaplátur, bjálvaði rør.
Asbest verður tyrvt á umhvørvisgóðkendum tyrvingarplássi hjá IRF.