Hevur tú fingið nýggj hús ella nýggjan bústað, og ynskir at rottangin verður tømdur? Vit vilja minna á, at tað er neyðugt at boða IRF frá bústaðarbroyting, bæði í sambandi við innheintan av burturkasti og rottangatøming.
Viðvíkjandi rottanga er neyðugt at boða frá, um bústaðurin hevur egnan tanga, felagstanga ella hann er knýttur uppí eitt reinsiverk.
Fleiri halda, at kommunan boðar IRF frá hesum. Men tað ger hon ikki. Tí má eigarin sjálvur boða IRF frá.
Tað er einfalt at boða frá. Á heimasíðuni hjá IRF ber til at boða frá; trýst her. Til ber eisini at ringja til IRF á telefon 41 42 43 og boða frá.