Góð ráð at minka um ruskið undir verkfallinum

Meðan verkfallið er, er eingin innsavning hjá IRF, og tí er tað ómetaliga týdningarmikið, at vit øll royna at minka um burturkastnøgdirnar heima við hús.

Her eru nøkur góð ráð:

  • Tað er ein sannroynd, at alt ov nógvur matur endar í ruskílatinum. Miða eftir , at so lítið av mati sum gjørligt fer til spillis komandi tíðina.
  • Minst til at skilja alt reint papp og pappír í hvíta posan hjá IRF. Minst eisini til at lata serburturkast og elektronikk í reyða posan hjá IRF.
  • Samla alt reint, bleytt plast í ein kláran posa. Bint knút á hendan, tá ið hann er fullur, og lat hann í hvíta posan.
  • Tøm og skola blikk, dósir, krukkur og gløs. Hesi kunnu latast inn á kommunalu plássini kring landið, tá ið tey lata upp aftur. Tað er eingin orsøk at fylla gráu posarnar við hesum.
  • Bint fyri smærru posarnar, áðrenn teir verða latnir í gráa posan. Tað hjálpir væl móti lukti. Bint eisini fyri gráu posarnar, tá ið teir eru fullir.
  • Vit mugu øll sum frægast royna at goyma fullu posarnar væl við hús, t.d. í bilhúsi, kjallara ella hjalli.
  • Ansa eftir, at fuglur og rotta ikki sleppa fram at posunum.

Les fleiri góð ráð her fyri at fyribyrgja skaðadjórum og smittu.