Hví skulu vit skilja blikk og dósir frá vanliga húsarhaldsruskinum?

Tí jarn og metal kunnu endurvinnast fleiri ferðir uttan at góðskan versnar. Eitt nú kunnu dósir blíva til eina grýtu, ein billut ella eina nýggja súkklu.

Harumframt er tað sera orkukrevjandi at útvinna jarn og metal úr náttúruni, og tað hevur nógv CO2-útlát við sær. Tí er tað nógv betri fyri umhvørvið at framleiða nýggjar lutir burturúr endurvunnum tilfari.

Hvar fer tað?

IRF sendir á hvørjum ári nógv jarn og metal til endurvinningar uttanlands. Í fjør vóru 3.095 tons send til endurvinningar, og talan er um alt frá takplátum, komfýrum og radiatorum til súkklur og smáar skrúvur. Eisini ber væl til at lata blikk og dósir, sum vanliga verða brúkt í húsarhaldum, til endurvinningar.

Jarn og metal er virðismikið tilfeingi og skal ikki latast í gráa posan. Blikk og dósir brenna ikki í ovninum, og tí verða hesar jarnleivdir tyrvdar (grivnar niður) saman við við øskuni.

Hvussu geri eg?

Skola blikk og dósir við vatni, samla tey saman og lat tey inn á kommunala endurvinningarplássið. Tað er ikki neyðugt at taka áskriftir, lok ella proppar av.

Síggj nýggja lýsingafilmin um endurvinning av jarni her: