Seinastu vikurnar hava sera nógvar flugur verið í grótbrotinum á Víkarvegnum í Leirvík, har IRF seinastu mánaðirnir hevur goymt burturkastið frá Brennistøðini.
Eisini hava óvanliga nógvar flugur verið í Leirvík seinastu tíðina, og uttan at hava nakað beinleiðis prógv fyri hesum, kunnu vit rokna við, at hetta kemst av ballunum í grótbrotinum.
Sambært kanningum okkara, er hesin trupulleikin eisini komin fyri aðrastaðni, har ballað rusk verður goymt á henda hátt, eitt nú í Gøtuborg. Har bastu teir flugunum við einum ávísum slagi av flugueitri, sum royndist serstakliga væl. IRF hevur nú bílagt hetta eitrið, ið væntandi kemur til Føroyar í vikuskiftinum.
Harumframt hevur IRF heitt á Skaðadjóratænastuna um at hjálpa okkum at basa flugunum.
Málið hevur sera høga raðfesting hjá IRF og vit vóna at loysa trupulleikan við flugunum skjótast gjørligt.