Arbeiðið hjá IRF við heimsmálunum hjá ST

Í 2020 orðaði IRF ein nýggjan umhvørvispolitikk, sum tekur støði í heimsmálunum hjá ST fyri burðardygga menning.

IRF hevur eftirfylgjandi fingið altjóða góðkenning frá DNV, sum ásetir, at IRF uppfyllir krøvini, sum DNV setir í sambandi við, at heimsmálini hjá ST eru sett í verk hjá IRF.

Faldarin við teimum 17 heimsmálunum hjá ST og øllum undirmálunum kann lesast her.

Ábyrgdarfull nýtsla og framleiðsla
Í tráð við heimsmálini um ábyrgdarfulla nýtslu, sum IRF hevur bundið seg til at arbeiða við, setti IRF sær greið mál í 2023. Heimsmál nummar 12 snýr seg um ábyrgdarfulla nýtslu og framleiðslu, og 12.8 snýr seg um kunning um burðardygga menning og lívsstíl.

IRF hevur í tíðarskeiðnum 2023 og 2024 framleitt nógv kunnandi talgilt tilfar til heimasíðu, sosialar miðlar og tíðindaportalar. Harumframt hevur IRF framleitt faldarar um skiljing á føroyskum og enskum, kunnandi lýsingafilmar, borðspøl til børn og ung, verið á vitjan kring landið og havt eina ørgrynnu av børnum og ungum á vitjan hjá IRF á Hagaleiti. IRF hevur eisini luttikið á almennum og vinnuligum tiltøkum við framsýningarbási ella framløgu.

Vinnan og vinnuburturkast hevur eisini verið í fokus, og øll hava fingið góða kunning um fyribyrging og endurnýtslu av burturkasti, og um at skilja burturkastið rætt, soleiðis at tað kann endurvinnast og dálka sum minst. Ein vinnuráðgevi er settur til at ráðgeva vinnuni um burturkast, og í 2023 og 2024 hava nógvar fyritøkur og starvsfólk verið á vitjan hjá IRF og fingið upplæring í at skilja burturkast.

IRF setti sær sum mál, at í 2023 skuldu í minsta lagi 15 limakommunur verða umboðaðar, tá ið skúlar og barnagarðar vitjaðu IRF. Hetta málið er rokkið, og IRF ivast ikki í, at tey unga hava fingið holla kunning um ábyrgdarfulla og burðardygga nýtslu, og um fyribyrging, endurnýtslu og endurvinning av burturkasti.  

Viðvíkjandi málinum 12.5 um fyribyrging, skerjing og endurnýtslu av burturkasti er gongdin hin øvuta – burturkastsnøgdirnar økjast. IRF heldur fram við at breiða kunning út um at minka um burturkastið.

Í 2024 og komandi árini er ætlanin at seta meiri ferð á átøk, sum kunna almenningin um ábyrgdarfulla nýtslu og framleiðslu.

Reinari havumhvørvi
IRF hevur eisini bundið seg til at arbeiða við heimsmáli nummar 6 og 14, og á tann hátt at virka fyri einum reinari havumhvørvi. Alt spillvatn frá støðunum hjá IRF fer ígjøgnum reinsiskipanir til spillvatn. Øll tyrvingar- og evjupláss eru umhvørvisgóðkend, og í treytunum til hesar góðkenningar er krav um regluligar kanningar av tí vatninum, sum rennur á sjógv frá virkseminum. Innihaldið av dálkandi evnum í hesum vatninum skal vera undir ásettum mørkum.

Í Nýggjheiðum, har øll tyrving í Føroyum nú er savnað á sama stað, verður spillvatnið eisini reinsað.  Harumframt verður vatnið til viðgerð av rottangaevju endurnýtt fleiri ferðir. Á henda hátt minkar vatnnýtslan á støðini, og nøgdin av spillvatni, sum skal ígjøgnum reinsiskipanina, gerst minni, og í síðsta enda rennur minni spillvatn frá støðini. 

Á hendan hátt handfer IRF heimsmálini 6 og 14, sum snúgva seg um reint havumhvørvi. IRF er við til at tryggja, at vatn- og reinførisviðurskifti eru í lagi og verða umsitin á burðardyggan hátt.

Komandi árini fer IRF at avrigga fyrrverandi tyrvingarpláss kring landið. Tvey pláss eru í ferð við at verða avriggað, og fyrireikingar eru í gongd við at avrigga fleiri.

Burðardygg orka og veðurlagsátøk
IRF hevur sett sær fyri at hava eina skynsama orkunýtslu og at gagnnýta avlopsorkuna betur. Hetta er í tráð við heimsmál 7.2 og 13.3, sum snúgva seg um burðardygga orku og veðurlagsátøk.

Tá ið farið verður undir at leggja til rættis nýggjar íløgur, skulu møguleikarnir kannast fyri burðardyggum loysnum. Í Nýggjheiðum, sum er nýggjasta støðin hjá IRF, er upphiting við jarðhita. Á Hagaleiti verður avlopsorkan nýtt til egið brúk og til viðgerð av spillolju, og harumframt gagnnýta grannarnir, FMP, eisini ein part av avlopsorkuni. IRF metir, at størri partur av avlopsorkuni kundi verið gagnnýttur, og tí eru kanningar settar í verk hesum viðvíkjandi.

Á hendan hátt arbeiðir IRF við at gagnnýta avlopsorkuna og at hava eina skynsama orkunýtslu. Harumframt kann nevnast, at øll kunning og lýsingaátøk, ið snúgva seg um fyribyrging, endurnýtslu og endurvinning av burturkasti, eru við til at minka um veðurlagsbroytingar.

Samstarv um heimsmálini
IRF hevur eisini sett sær sum mál at vera ein virkin og samskipandi samstarvsfelagi á umhvørvisøkinum sum heild. Víst verður til deilmálini 17.16 og 17.17 undir ”Samstarv um heimsmálini”.

Seinastu árini hevur IRF havt ein virknan leiklut í samstarvi við almenna myndugleikan á umhvørvisøkinum. Almennir myndugleikar hava eisini víst IRF álit og valt IRF sum ábyrgdarmyndugleika í eitt nú nýggju pantskipanini, sum er ávegis.

Í arbeiðinum við nýggju burturkastskunngerðini og nýggju landsætlanini hevur tætt samstarv verið millum Umhvørvismálaráðið, Umhvørvisstovuna, Tórshavnar kommunu og IRF um innihaldið.

IRF hevur samstarvað væl við Tórshavnar kommunu í fleiri áratíggju. Samstarv er t.d. um hagreiðing av pappi, pappíri og bilvrakum, um goymsluhøll til flogøsku í Hvalvík og um eykalutagoymslu til brennistøðirnar. Nýggjasta samstarvið um tyrvimóttøkuna og reinsiverkið í Nýggjheiðum hevur verið fyrimyndarligt, og er eitt stórt stig á grønu kósini.

IRF hevur við síni kunning og upplýsing um burturkastsøkið í Føroyum víst á møguleikarnar við endurnýtslu, endurvinning og fyribyrging av burturkasti. Seinastu árini í Føroyum er ein hugburðsbroyting farin fram millum føroyingar, og endurnýtslu-lívsstílurin hevur vundið uppá seg. Dagliga verða sera nógvir brúktir lutir seldir/latnir í Føroyum, og endurnýtsluhandlarnir kring landið hava úr at gera. Frá vinnuni merkir IRF ein øktan vilja til at uppraðfesta endurnýtslu- og burturkastøkið. IRF hevur uttan iva havt ein stóran leiklut í hesari hugburðsbroyting við viðkomandi kunningarátøkum og ráðgeving.

Uttanhýsis samstarv í Føroyum og samstarv við undirveitarar í Føroyum og uttanlands hevur verið mennandi fyri IRF – og vónandi fyri okkara samstarvsfelagar eisini.

IRF ætlar framhaldandi at samstarva við uttanhýsis myndugleikar og veitarar. Í 2025 eru ítøkiligar ætlanir um, at ein landsætlan skal evnast til saman við Umhvørvismálaráðnum og Umhvørvisstovuni. Arbeiðið skal verða liðugt 1. januar 2026.

Samanumtikið metir IRF, at heimsmálini, sum IRF hevur sett sær fyri at virka undir, eru sett í verk og fara at virka í mong ár frameftir.