Nýggjasta støðin ISO-góðkend

Nýggja reinsiverkið og tyrvimóttøkan hjá IRF vórðu tikin í nýtslu í fjør. Síðan 2021 hava allar støðirnar hjá  IRF verið góðkendar sambært ISO-14001, og nýggja støðin er nú eisini innlimað í hesa umhvørvisstýrisskipanina.

ISO-góðkent virksemi í Nýggjheiðum

Fyri støðina í Nýggjheiðum merkir ISO-góðkenningin millum annað, at:

  • Mannagongdirnar viðvíkjandi viðgerðini av spillvatni frá tyrving og rottangaviðgerð eru umhvørvisgóðkendar sambært Umhvørvisstovuni og soleiðis eisini ISO-góðkendar. Hesar mannagongdirnar, sum umfata sýnistøkur, reinsing av olju-útskiljara, sandfang m.v., tryggja, at alt vatnið, sum verður leitt út frá støðini, ikki er umhvørvisdálkandi.
  • Vatnið til viðgerð av rottangaevju verður endurnýtt fleiri ferðir. Hetta hevur við sær, at vatnnýtslan á støðini minkar, og á hendan hátt minkar nøgdin av spillvatni eisini. Tað vil siga, at minni spillvatn skal gjøgnum reinsiskipanina, áðrenn tað verður latið út á sjógv, og harvið gerst trýstið á reinsiskipanina minni.

Hesar mannagongdir eru dømir um, hvussu arbeitt verður við heimsmál nr. 6 og 14, har IRF virkar fyri einum reinum havumhvørvi, har einki burturkast ella onnur skaðilig evni verða latin á sjógv frá okkara virksemi.