Føroyskt tilfar til børn um umhvørvi og burturkast

image_pdf

Sum liður í upplýsingartilfari um umhvørvi og skiljing av ruski, hevur IRF gjørt eitt spæl og eitt hefti, sum er ætlað yngru børnunum. IRF-spælið er serliga rættað móti børnum í aldrinum 4-12 ár, men er eisini væl egnað sum eitt familjuspæl, tí endamálið er at fáa bæði børn og vaksin at hugsa meira um burturkastøkið. IRF-heftið hevur ymiskar uppgávur til børnini at loysa um m.a. skiljing, endurvinning og endurnýtslu. Tilfarið er ment í samstarvi við Angelu og Hannibal.

Spælið og heftið verða latin yngru børnunum, sum koma á vitjan hjá IRF, og harumframt fáa allir forskúlar/skúlabólkar í limakommununum hjá IRF tilboð um at fáa tilfarið við skúlaársbyrjan.

Møguleiki er eisini at taka tilfarið niður her:

IRF-spælið

Spurningar til IRF-spælið

Reglugerð til spælið

IRF-heftið at blaða í

IRF-heftið at prenta