Reinsitænastan hjá IRF byrjar í viku 33 at tøma rottangar á Lambareiði og Lamba. Í viku 34 gongur leiðin til Glyvrar.
Tað er ein ómetaliga stór hjálp hjá starvsfólki okkara, at rottangarnir eru klárir, tá ið vit koma á staðið. Tað sparir bæði borgarum og IRF nógva tíð og nógv stríð.
Tað er sera týdningarmikið, at tit ikki sjálvi loysa lokið á rottanganum, tí tað kann verða vandamikið, um opið er niður í rottangan. Harafturat kunnu skrúvur og annað blíva burtur. Tí skulu okkara rottangamenn loysa lokið á tanganum og festa tað aftur, tá ið arbeiðið er liðugt.
IRF heitir á fólk um at tryggja:
- at tangin er lættur at koma til
- at tað er grivið væl frá rundan um lokið
- at lokið er væl fest, men lætt at loysa
- at lokið er trygt og heilt
- at lokið er lætt at festa aftur, tá ið arbeiðið er liðugt
Eru omanfyri nevndu viðurskifti ikki í lagi, verður tangin ikki tømdur. Meira kann lesast um hetta á www.irf.fo/rottangatoming/